Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amnesty Føroya deild fegnast um útsøgn løgmanns

Amnesty Føroya deild

Kjakið um útlendingapolitikk, flóttafólk, integratión og mentanarligan sameksistens hevur myndað almenna rúmið í stórum pørtum av vesturheiminum seinastu ártíggjuni. Tilflytingin er økt, og tað er stuðulin eisini til teir flokkar, sum arbeiða fyri herdari lóggávu á økinum. Men tað eru eisini røddir, sum viðurkenna álvarsomu støðuna í heiminum í dag, og sum minna okkum øll á, at vit hava eina moralska ábyrgd at hjálpa heimsins mest neyðstøddu menniskjum. Bæði Drotning Margrehta og Løgmaður umrøddu flóttafólk í nýggjársrøðum teirra í ár. Hetta eru nýggir tónar, og Amnesty Føroya deild gleðist um, at flóttafólk koma á politisku dagskrá.

Evnið var heilt stutt umrøtt í Integratiónsálitinum frá 2011, og fyri smáum tveimum árum síðani setti Amnesty alment spurningin um, hvørt Føroyar hava eina ábyrgd at taka ímóti flóttafólki. Vit fingu nógvar ákoyringar og lítið afturljóð millum politikkarar. Táverandi landsstýrismaður við útlendingamálum, Kári P. Højgaard, hevði ongar ætlanir um at blanda flóttafólkaspurningin upp í yvirtøkuna av útlendingamálum, og Jóhan Dahl, sum umsitur málsøkið í dag, hevur enn ikki svara spurningi okkara frá heysti 2013, um hvørt hann ætlar taka flóttafólkaspurningin upp á Føroya Løgtingi. Tí gleðast vit um, at Løgmaður í nýggjárrøðuni tók átrokandi spurningin upp. Hetta gevur okkum eina vón um, at Føroyar og flóttafólk koma á politisku dagskránna í komandi ári.

Í nýggjársrøðuni spyr Løgmaður spurningin, um vit áhaldandi bara kunnu gera okkum dælt av rættindunum í altjóða samfelagnum og ikki taka skyldurnar á okkum. Somuleiðis spyr hann, um vit kunnu loyva okkum at lata neyðarrópini frá flóttafólkum standa ósvarað. Og sjálvandi kunnu vit ikki tað. Við Útvarpið gamlaársdag svarar Løgmaður sínum spurningum, tá hann vísir á, at Føroyar eiga at taka evnið um flóttafólk upp, og at Føroyar eiga at megna at hjálpa heimsins sárbærastu. Hetta eru nýggir tónar.
Føroya Deild hevur ta greiðu sannføring, at politiski myndugleikin eigur at taka eina støðu, tí í verandi støðu fyrihalda vit okkum als ikki til spurningin. Vit spyrja hvørki “hví” ella “hví ikki” og lata onnur umsita spurningin fyri okkum. Og tá er vandi fyri, at vit byggja okkara meiningar á fordómar og ikki á vitan um grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka menniskjanum. Føroya deild metir ikki, at stutta umrøðan í Integratiónsálitinum frá 2011 er nøktandi viðgerð, og tá Kári P. Højgaard í 2012 legði Integratiónsálitið fram til aðalorðaskifti í Løgtinginum var flóttafólkaspurningurin als ikki partur av orðaskiftinum.
Føroya eiga at staðfesta eina moralska ábyrgd og síðani viðgera, hvussu vit sum land kunnu átaka okkum hesa ábyrgd á ein skynsaman og ráðiligan hátt. Væl vitandi, at Føroyar eru eitt lítið og sárbært samfelag.
Stundin er komin til, at Føroyar eisini taka støðu til spurningin. Og at Føroyar eftir førimuni luttaka í globala humanitera arbeiðinum fyri heimsins mest neyðstøddu fólk, hóast hetta krevur tíð og eina røð av nýggjum førleikum, soleiðis at nýggir borgarar kunnu tryggjast eitt virðiligt lív.