Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amy Diamond og Brandur Enni í Atlantis

Høgni Klakkstein

Ókeypis tiltakið við Amy Diamond og Brandur Enni, sum Norðoya Sparikassi skipar fyri, í Atlantis fríggjadagin 03. august kl.14:00, er útselt, ella fult teknað.

Í sambandi við at svenska ungdómsstjørnan, Amy Diamond, og føroyska poppstjørnan Brandur Enni verða við á Summar Festivalinum, skipar Norðoya Sparikassi fyri einum spennandi ungdómstiltaki í Atlantis, har tú kanst hitta Amy Diamond og Brand Enni.

Svenska ungdómsstjørnan Amy Diamond fer á konsertferð í summar og í hesum sambandi verður hon við á Summarfestivalinum 2007. Amy Diamond fekk sítt gjøgnumbrot í 2005, tá hon gjørdist kend um øll norðurlond við lagnum “What’s In It For Me”. Amy Diamond hevur vunnið fleiri virðislønir. Í 2005 vann Amy Diamond eina virðisløn á Nordic Music Awards fyri besta norðurlendska lag, og er yngsti sangarin, ið nakrantíð hevur vunnið hesa virðisløn. 15 ára gamla Amy Diamond hevur nógvar royndir sum sangstjørna. Hon hevur verið við til fleiri stórar konsertir og festivalarog arbeiðir í løtuni við nýggjari fløguútgávu, sum skal koma út seinni í hesum árinum.

Sum ungur tannáringur sang Brandur Enni seg inn í hjørtuni á føroyingum, og gjørdist landskendur sum poppsangari. Brandur er nú 18 ára gamal og má sigast at hava drúgvar royndir innan tónleikaverðina. Seinni árini hevur hann lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum og verður eisini við á Summar Festivalinum. Brandur Enni kemur út við nýggjari fløgu nú í heyst.

Eisini fer Sparikassin at finna fimm hepnar vinnarar av Gullkontukappingini, sum sleppa “backstage” at møta Amy Diamond og Brandur Enni persónligt og fáa harafturat eina gávu frá Norðoya Sparikassa.