Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andras Miðskarð skrivar: Plásstrot

John William Joensen

Hetta er støðan í Tilhaldinum Sóljan. Tá ið ein stundum stígur inn á góolvið í Tilhaldinum, tá gerst ein skjótt varðugur við, at har er alt ov trongligt, til núverandi tiltøk, (har kundu saktans verið fleiri tiltøk.)

Tá hetta er eitt av teim bleytu virðunum, sum okkara kommuna hevur at bjóða okkara gomlu í samfelagnum, fer undirritaði at heita á okkara kvinnuligu býráðslimur, um at fáa nakað gjørt fyri okkara gomlu, at finna eina betri hóskandi og varandi loysn fyri okkara gomlu.
Hetta hevði glett okkara gomlu ómetaliga nógv. Her er hugaligt at koma saman við øðrum javnaldrum, bæði kvinnum og monnum her vit luttaka í teim fáu tiltøkunum, sum eru vegna plásstrot.
Til alla lukku hitti eg ein av mínum privatu klientum, sum eg plagi at vitja, nevniliga Jógvan Svend Joensen í Árnafirði. Tí eg meti alla rættari sagt, at tað sita fleiri einsamøll her í Norðoyggjum, sum heldur enn gjarna vildu komu, men nú tað er so stórt plásstrot, so er ikki møguligt at gera eitt uppsøknadi arbeiði, fyri at fáa fleiri vitjandi í Tilhaldið sóljan.
Til seinast fari eg at nýta høvið til at takka býráðnum fyri hetta væleydnaða tiltak, við tilhaldinum, eisini mín tøkk røkkur til Annu Stampe og hennara hjálparfólk, og til tykkum Mamy og Maritu, sum nú eru leiðarar á Tilhaldinum.
Tøkk fyri væleydnaðar útferðir bæði innan- og uttanlands.

Við bestu kvøðu –
Andras Miðskarð.

Harleywoodpaint