Skaðin sum Jákup Mikkelsen fekk var somikið álvarsligur at 2.deildarmálverjin, Andreas Johannesen, í hvussu so er fær tveir dystir á fremsta liðnum
KÍ venjarin, Ovi Flindt Bjerg, sigur at teir fara til Eiðis eftir øllum trimum stigunum.
– Vit fara inn fyri at vinna. So stutt kann tað sigast.
– Uppgávan verður sjálvandi ikki løtt, tí vit mugu verða tríggjar av føstu leikarunum fyri uttan, Jákup, Ovi og Atli, men eg ivist ikki í at teir sum nú fáa álitið vaksa við uppgávuni.
– Andreas Johannesen fær sín fyrsta dyst í málinum hjá KÍ og eg vanti eisini at hann fer at megnað uppgávuna. Tað verður sjálvandi umráðandi at hinir stuðla Andreasi, tí tað er ongantíð lætt hjá einum leikara at koma fyrstuferð inn á eitt lið.
Jan Joensen verður møguliga tøkur.
Jan Joensen, sum stóran part av árinum hevur havt skaða at drigist við, hevur vant við fullari megi, og verður eftir øllum at døma tøkur aftur í næstum.
– Jan leikti við 2.deild seinasta vikuskifti, og vónandi verður hann klárur til vikuskifti, men nú fáa vit at síggja hvussu hann verður fyri, sigur KÍ venjarin.




