Avgerandi leikarin hjá Víkingi missir fyrsta partin av kappingini í ár.
Avgerandi leikarin hjá Víkingi missir fyrsta partin av kappingini í ár.
Norðlýsið hevur fingið upplýst frá keldum, at Andreas Lava Olsen skal undir skurð fyri ein skaða í fótinum og at hetta ger, at hann má sita uttanfyri komandi áleið 6 vikurnar. Tí missir hann fyrsta partin av kappingini í Effodeildini. Sámal Erik Hentze, venjari, sigur, at endaliga støðan verður tikin í morgin.
– Andreas hevur havt trupulleikar í fótinum leingi og nú hava vit roynt at funnið útav, hvat feilar. Tað sær út sum hann skal undir skurð, og so verður hann úti í nakrar vikur. Endaliga avgerðin verður tikin í morgin. Vit vóna, at hann verður klárur eftir landsliðssteðgin í mars mánaða, sigur venjarin hjá Víkingi.
Víkingur hevur í vetur fingið tilgongd av álopsleikaranum Adeshina Lawal og tað verður helst hann, ið kemur at spæla sum fremsti leikari hjá Víkingi fyrstu dystirnar.




