Tveir málrevar vóru fyri fyrstu ferð í longri tíð aftur at síggja á máltalvuni í vikuskiftinum.
Tveir málrevar vóru fyri fyrstu ferð í longri tíð aftur at síggja á máltalvuni í vikuskiftinum.
HB og TB/FC Suðuroy/Royn spældu venjingardyst í Gundadali. HB vann 1-0 við máli frá Andrew av Fløtum. Hetta var fyrsta málið hjá Andrew síðani hann tók gaggurnar av hillini aftur. EB/Streymur og B68 spældu við Margáir. Har vann EB/Streymur 1-0 og málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum nú er tøkur aftur eftir langtíðarskaða.
Spennandi verður at síggja hesar báðar álopslegendurnar í føroyskum fótbólti aftur á vøllinum í 2017.




