Fleiri venjingardystir hava verið um vikuskiftið.
Fleiri venjingardystir hava verið um vikuskiftið.
Í kvøld spældu Skála og EB/Streymur venjingardyst. Edvin Jacobsen legði Skála á odda. Leiðslan helt til dysturin næstan var liðugur. Tá skallaði innskifti Andru Poulsen eitt frísparksinnlegg í málið til endaligu støðuna 1-1.
EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen, Andras Olsen, Jóhannes Hansen – Rói Olsen, Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen – Rasmus Dan Sørensen, Ragnar B. Danielsen, Jens Michael Jensen. Seinni komu Arnar Dam, Allan Hansen, Jan á Høgaryggi, Jónstein Magnussen, Ólavur Ejdesgaard, Andru Poulsen og Hanus Olsen inn.
Víkingur vann báðar dystirnar í Suðuroynni
Um vikuskiftið hevur Víkingur verið á venjingarlegu í Suðuroynni. Har spældu teir fríggjakvøldið móti TB og leygardagin móti FC Suðuroy. Víkingur vann dystin móti TB 2-1. Albert Adu skoraði hjá TB og Súni Olsen bæði málini hjá Víkingi. Leygardagin vann Víkingur 1-0 móti FC Suðuroy. Málið skoraði Sølvi Vatnhamar.
Álvur skoraði
Leygardagin vann AB 4-0 móti B68. Málini skoraðu Álvur F. Christiansen, Jobin Drangastein, Bárður Olsen og Jógvan Skeel Nolsøe.




