Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andstøðan í løgtinginum ynskir fund við Heðin Mortensen

John William Joensen

Hervið vilja vit vegna flokkarnar í andstøðu á løgtingi biðja um ein kunnandi fund við Kommunufelagið um ætlaðu fíggingina til at umsita eldraøkið, ið vónandi kann haldast skjótast gjørligt.

Viðvíkjandi avtalu millum land og kommunur um at fíggja eldraøkið

Hervið vilja vit vegna flokkarnar í andstøðu á løgtingi biðja um ein kunnandi fund við Kommunufelagið um ætlaðu fíggingina til at umsita eldraøkið, ið vónandi kann haldast skjótast gjørligt.

Vit halda, at hetta mál er av alstórum týdningi fyri núverandi og komandi ættarlið. Vit hava sum politiskir flokkar á løgtingi higartil bert hoyrt um samráðingarnar um fíggingina umvegis fjølmiðlarnar.

Skal ein varandi og haldgóð skipan gerast og viðgerast á løgtingi við teimum neyðugu atlitunum, er neyðugt, at vit fáa innlit í samráðingarnar og teir grundleggjandi spurningarnar, áðrenn ein avtala verður gjørd millum Landsstýrið og Kommunufelagið.

Vinarliga

Vegna Tjóðveldi  Høgni Hoydal 

Vegna Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen 

Vegna Framsókn  Poul Michelsen

Vegna Sjálvstýrisflokkin  Kári P. Højgaard