Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Andstøðutinglimir úr Norðoyggjum vilja hava pening til Varpið

Jóhann Lützen

Varpið er ein mentanarpolitisk íløga, fyri allar føroyingar, fyri landið alt. Ein íløga í okkara felags føroyska mentanarlív, sum Løgtingið sjálvandi hevur eina skylda til at stuðla, siga Beinir Johannesen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Árni Skaale

Beinir Johannesen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Árni Skaale hava lagt eitt uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2024. Uppskotið snýr seg um mentanarhúsið Varpið í Klaksvík. 

Í 2022 vórðu 5 mió. kr. játtaðar á fíggjarlógini til mentanarhúsið Varpið, og á fíggjarlógini fyri 2023 vórðu 7 mió. kr. játtaðar, sum tilsamans er 16% av íløguni. Á fíggjarlógini fyri í ár varð einki játtað, siga tey. 

Uppskotsstillararnir meta, at rættast er at játta 5 mió. kr. afturat, vísandi til aðrar líknandi verkætlanir, har Løgtingið hevur stuðlað við nærri 33% av íløguni.