Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anfinn & Co. á stóra pallin

John William Joensen

Nú er munandi betur veður í Vágum men seinastu broytingarnar í skránni siga Anfinn & Co. fara á stóra pallin á Vágsbø

Útlendsku bólkarnir, sum skulu spæla á Summar Festivalinum í dag, bíða framvegis eftir at sleppa til Føroya. Tí verða broytingar í skránni, og fram til kl. 21.00 er skráin hendan:
Kl. 13.00: Silvaland letur upp
Kl. 14.00: Barnashow v/ Trølla-Pætur, Trølla-Ommuni og Festivaldjórum (Torgið)
Kl. 15.30: Poppkorn (Torgið)
Kl. 16.00: Peter Thorup Trio (Vágsbøur)
Kl. 17.00: Brandur & Anytime (Flags)
Kl. 17.45: Dropar (Torgið)
Kl. 18.30: Kim Hansen (Vágsbøur)
Kl. 19.30: Martin Joensen (Flags)
Kl. 21.00: Anfinn & Co (Vágsbøur)

Broytingin í skránni higartil er, at David Phelps ikki kann spæla sum ætlað kl. 18.30, og Roger Hodgson spælir heldur ikki kl. 21.00. Ístaðin verður konsertin hjá Kim Hansen flutt frá kl. 16.00 til 18.30. Nýggjur bólkur á skránni er danska supertrioin Peter Thorup Trio, sum spælir á Vágsbøi kl. 16.00.

Anfinn & Co, sum ætla at gera eitt rimmar comeback á Summar Festivalinum, eru fluttur úr Flags-tjaldinum og yvir á stóra pallin at spæla kl. 21.00.

Nærri boð um skránna í kvøld koma seinni.

Harleyfacadeacryl