Fyrsti uppstillingarfundurin hjá Fólkaflokkinum er júst liðugur og løgmaður, Anfinn Kallsberg fekk dygga undirtøku á fundinum og letur seg stilla upp aftur til løgtingsvalið 20. januar.
Eini 60-70 fólk vóru á fyrsta uppstillingarfundinum hjá Fólkaflokkinum á Sjómannsheiminum í Klaksvík. Norðlýsið frættir, at tá uppskot kom um at stilla Anfinn Kallsberg uppaftur til komandi løgtingsval, reistist øll mannamúgvan og gav løgmanni dyggan stuðul.




