Hóast Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkurin á fólkatingsvalinum hesaferð, so var tað Anfinn Kallsberg, ið fekk nógv flestar persónligar atkvøður.
Fólkatingsvalið er av, og eins og kanningin her á heimasíðuni hjá okkum vísti, so gjørdist Tjóðveldisflokkurin størstur og honum í hølinum kom Fólkaflokkurin. Tað vera sostatt teir báðir Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg, ið skulu á danating at umboða Føroyar komandi fólkatingssetuna. Tá avtornaði fekk Tjóðveldisflokkurin 6301 atkvøðu, Fólkaflokkurin 5990, Javnaðarflokkurin 5509, Sambandsflokkurin 5329, Miðflokkurin 829, Sjálvstýrisflokkurin 584 og Uttan Flokk fekk 306 atkvøður. 72,7% av teimum sum høvdu atkvøðurætt vóru á vali, móti 79,5% til fólkatingsvalið 2001.
Sambandsflokkurin gjørdist størsti taparin til hetta valið við eini afturgongd uppá 5,9% ímeðan Fólkaflokkurin hevði størstu framgongdina uppá 3,8%. Tjóðveldisflokkurin hevði eina lítla framgongd uppá 0,5%.




