Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anker Eli Petersen framsýning í Galerie Focus

www.galeriefocus.com

Fríggjadagin 6. september kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Anker Eli Petersen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Fríggjadagin 6. september kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Anker Eli Petersen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Anker Eli Petersen (1959), listarmaður og skribentur. Føddur á Tvøroyri, uppvaksin í Havn. Seinastu 23 árini búsitandi á Norðursælandi í Danmark.

Sum listarmaður er Anker Eli mest kendur fyri sínar kollagukendu myndir, eitt litríkt mix av málningi, prenti og skurði. Stílurin er einfaldur og illustrativur og rættuliga serkendur.

Sum grafikari fæst Anker Eli mest við illustratión og sniðgeving, bæði í fysiskum skapi og á teldu. Hann hevur harafturat gjørt ørgrynni av frímerkjum fyri Posta seinastu 20 árini.

Myndevnið hevur oftast støði í frásøgnini, har veruleiki og frumsøgn flóta saman. Stundum ljóst og litríkt, stundum myrkt og dapurt – men ofta við einum lítlum skálkabrosi. Myndirnar hjá Anker Eli eru yvirhøvur tulkingar av umhvørvinum og tí mýtiska. Ein ásannan at lívið ikki bara er svart og hvítt, hvørki í tí stóra ella tí smáa. Nærumhvørvið hevur, so at siga, sama status sum hugsjónin.

Á framsýningini í Galerie Focus verða blandaðar myndir úr hesum hugaheiminum. Serliga markið millum skipan og ruðulleikan, tað mýtiska í tí gerandisliga, verður viðgjørt. Anker Eli er eisini kendur fyri at hava skrivað rættuliga fitt av sangtekstum, og onkur myndatulking av tí síðuni av virkseminum er eisini við.

Framsýningin er opin til 19. september: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

www.galeriefocus.com