Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ankomnkan, Carlton, alias Jákup B av Klaksvík

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í skýmingini í seinnapartin sóu vit helst gamla Jákup B fyri seinastu ferð stevna út um Klakkin. Familjurnar í Klaksvík, íð hava fingið inntøkuna frá hesum skipi, munnu ikki vera so fáar. Jákup B, varð bygdir í 1960 á Ankerløkken Verft A/S í florø í Noregi til P/F J.F. Kjølbro.

Skipið er nú selt einum felag í Portogal og skal sum skilst veiða hummarar í suðurhavinum. Niðanfyri nakrar myndir tá Jákup B fór út eftir Vágni. Tá Jákup B kom til Klaksvíkar á fyrsta sinni var hann ikki yvirdekkaður. Skipið bleiv longt og yvirdekkað í 67-68 og í 2003 gjørdi Kjartan Hansen, Mekanor nýggja og størri brúgv á skipið.