Anna Lovisa brúkar sínar kreativu hendur í Verkstaðinum.
Anna Lovisa valdi at fara í Verkstaðið í starvsvenjing, Verkstaðið er ein verkstova, ið tríggjar kreativar ungar dámur reka, har tey brúka sínar kreativu evnir.
Anna Lovisa hoyrdi um telt innsavnana sum tær høvdu á Summarfestivalinum og G-festivalinum, og tað ljóðaði sera spennandi við burðardygdar framleiðslu.
Anna Lovisa dámar væl, og heldur at tað er hugnaligt og læruríkt. Tað er deiligt at tað liggur í Klaksvík leggur hon aftrat.
Gerandis dagurin hjá Annu Lovisu, her í starvsplássinum, byrjar við einum drekkamunni, so sleppur Anna Lovisa at luttaka í ymsum uppgávum t.d tekna mynstur, klippa telt, umvæla klæðir og gera oyralokkar.






