Anna Maria Olsen, sum í summar gav út fløguna “Sálareygað”, fer at hava konsert í Christianskirkjuni sunnukvøldið 12. okt. kl. 20.00.
Anna Maria Olsen, sum í summar gav út fløguna “Sálareygað”, fer at hava konsert í Christianskirkjuni sunnukvøldið 12. okt. kl. 20.00.
Fløgan “sálareygað” inniheldur 12 sálmar, og er upptikin í Vesturkirkjuni.
Sjálv sigur Anna Maria Olsen soleiðis um fløguna “Sálareygað:
“Tey flestu av okkum hava tilknýti til sálmar. Vit sungu teir, tá ið vit vóru børn, og flestøll syngja teir enn – í gleði eins og í sorg, í ljósum løtum eins og í dimmum.
Felags fyri sálmarnar á hesi fløgu er tað, at teir fyri meg hava ein serligan týdning.
Ynski mítt var at gera eina erliga og nærverandi fløgu; hon er tí upptikin, sum var hetta ein konsert. Her er einki snøggað og snákað. Tað menniskjansliga og nakna ljóðið – um vit so kunnu siga – sleppur at vera tað, tað er.
Upptøkurnar eru gjørdar í Vesturkirkjuni – meðan stormurin leikaði uttanfyri, og júst tað kundi væl sipað til lívið sjálvt, tí soleiðis kann tað kennast viðhvørt.
Okkara sálmaskattur er so ómetaliga dýrabarur og ríkur, og vón mín við hesi fløgu er at røkka inn í hjørtu lurtaranna og fáa kærleiksboðskapin fram.”




