Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anna Mohr og tær vunnu B-bólkin á Scillyoyggjunum

(
John Færø)

Í ringum veðurlíkindum gjørdist styrkta manningin á Jarnbardi akkurát ov stutt til at koma í A-finaluna, men afturfyri gjørdu tær rættiliga bart í B-finaluni, sum tær vunnu við uppvísningsróðuri fleiri bátslongdir á odda, tá tær fóru um málstrikuna. Tillukku við tí!!

Úrslitini hjá teimum vóru alla tíðina rættiliga góð, men í tí avgerandi róðrinum sunnumorgunin um pláss í A-finaluni vóru tær óhepnar í startinum, og hóast ein góðan innsats so náddu tær ongantíð nóg langt framaftur til at fáa pláss í A-finaluni.

Føroysku kvinnurnar lógu annars frá byrjan í hesi kappingini til at koma í A-finaluna, men í seinasta kvalifikatiónsróðrinum kiksaði starturin, sum nevnt, og tær máttu tí rógva finaluna í B-bólkinum.

Her var tó eingin ivi, og endaðu føroysku kvinnurnar langt fremst. Eitt flott úrslit, men tíverri ikki so gott, sum tær sjálvar høvdu vónað.

Nú róðurin á Scilly er av, kemur Anna Mohr heimaftur at venja saman við kvinnumanningini við Páll Fanga, sum verður við í FM-róðrunum her heima í summar.