Góðan morgun: Viðingar liggja ikki á latu síðuni, hóast tað er annar hvítusunnumorgun. Klokkan fýra í morgun náddu tríggir viðingar Hvannagjógvatindi og tríggjar myndir loyva vit at leggja á Norðlýsið.

Veðrið er av tí allarbesta í morgun. Klárt og sólin er risin úr havi. – At tað er gott veður, lótu tríggir viðingar ikki fara aftir við borðinum.
Anfinn Kallsberg (abbasonurin), Jóannis Sørensen og Durita Magnusson vóru ein gongutúr í nátt og fingu hesar myndirnar í morgun. – Nú liggja hesi so søtt og sova, eftir ein túr, ið hevur givið teimum balsam fyri sálina.
At ferðast í hæddum og síggja allar tær grønu og bláu óspiltu víddir, kunnu ikki annað enn, gera menniskjanum gott. Og í hesum tíðum, tá ið alt skal ganga við rúkandi ferð, er ein túrur burtur í haga, ella upp á fjallatind, eitt ”pitstop” á leiðini víðari í gerandisdegnum.
Gævi fleiri gagnnýttu føroysku náttúruna, ið ikki hevur sín líka.
Gleðiliga hvítusunnu!