Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annar dagurin á Summar Festivalinum

Tekst og Myndir: Dávur Winther

Dávur Winther vísir her nakrar góðar myndir frá fríggjadegnum á Summar Festivalinum 2016.

Reportasja og myndir frá Dáva Winther:

“Í dag hava fólk tikið sær av løttum, hava verið í Svimjihøllini, í Silvalandi, í heitu pottunum, vitjað fólk, keypt inn og annars rigga til enn eitt spennandi kvøld.

Í gjárkvøldið tóku Cliff, Punjab, Karstin og Danny and the Veetos fólk á bóli – eitt frálíkt kvøld við góðum veðri.

Í dag hevur veðrið verið av tí allar fagrasta og fólk hava hugnað sær á so mangan hátt undir sólini, við tjaldið, húsvognin, bátin, summi hava runnið og annars riggað til enn eitt spennandi kvøld – við m.a. I am, Kristinu Bærentsen, Signar í Homrum, Hjarnar, Hanus G, Kim Hansen og øllum hinum.

Jú, hesaferð hevur nógv spælt við til ein sera góðan Summarfestival.”