Fríggjakvøldið 12 dec. fer fløguaktuelli Anfinn Nielsen á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við sær hevur hann spennandi bólk.
Talan er um royndar og evnaríkar tónleikarar úr Klaksvík.
Companíið er hesaferð:
Karl Martin (sang og kór)
Petur Hans Niclassen (Guitar)
Magni Husgaard( Keyboards )
Jógvan Fróði Baldvinsson. ( Bass )
Jens Pauli Joensen. (Trummur )
Hetta er fyrstu fer at Anfinn, ið er fløguaktuellur við fløguni Rótasúpan er á palli í Fuglafirði.
Mentunnarhúsið í Fuglafirði er einastandandi, so tað verður eitt spennandi kvøld, sigur Anfinn. Vit fara at framføra tað besta frá okkum baðum, bæði gamalt og tað nyggjasta.
Ókeypis er at koyra ígjøgnum tunlarnar eftir midnátt, so tað skuldi borgað fyri einum góðum dansikvøldi í Fuglafirði.




