Fríggjakvøldið 20. nov. kl. 20.00 í Tøting: Annika Hoydal og Fagrir Fuglar. 70 ára og 40 ára føðingardagar í Tøting.
Fríggjakvøldið 20. nov. kl. 20.00 í Tøting: Annika Hoydal og Fagrir Fuglar. 70 ára og 40 ára føðingardagar í Tøting.
Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir).
Um tú ynskir at tryggja tær atgongumerki, kanst tú skriva eini boð til Tónleikasamtakið Grót á Facebook, ella skriva ein teldupost tiltsgrot@gmail.com, so leggja vit atgongumerki av til tín.
Bíløgd atgongumerki skula avheintast í Tøting fríggjakvøldið 20. nov. ímillum kl. 19.00 og 19.30. Atgongumerki ið ikki eru avheintaði kl. 19.30, verða seld øðrum við dyrnar.
Annika Hoydal hátíðarheldur sín 70 ára føðingardag, við eini gávu til føroyingin, gávan til fólki er onki minni enn ein nýggj tónleikaútgáva við heitinum Endurljós!
Annika hevur ríkað føroyska tónlist og sangskatt í hennara fimmti ára tónlistarleið. Nú kunna vit aftur gleðast um, at fáa enn ein dýrgrip afturat øllum hennara tónlistaverkum, ið føroyingar í øllum aldri hava stóran tokka til, enn ein varði frá Anniku til eftirtíðina, er á gáttuni.
19. November verður Annika 70 ára gomul, og kemur nýggja fløga hennara Endurljós út tann dagin, og í hesum sambandi hevur Annika saman við sínum stóra og dugnaliga tónleikabólki nakrar útgávukonsertir í Føroyum. Tað er Tónleikasamtakinum Grót ein stórur heiður, at skipað fyri teirru fyrstu útgávukonsertini av Endurljós, sum sjálvandi verður í Tøting í Syðrugøtu.
JAZZFELAGIÐ 40 ÁR:
Fagrir Fuglar er eitt samstarv millum føroyskar tónleikarar og danska saksofonleikaran og tónasmiðin Karsten Vogel. Samstarvið kom í lag, tá Roland Thomsen, ið var limur í Havnar Jazzfelag skipaði fyri mentanarstevnu í Havn í 1976. Hann bjóðaði Karsten Vogel, ið hevði vitja í Føroyum við Burning Red Ivanhoe í 1971, aftur til Føroyar at spæla sum solistur saman við føroyskum tónleirakarum. Vogel var vorðin forliptur í landinum, og tók av tilboðnum beinanvegin. Kristian Blak fekk uppgávuna at savna ein bólk, ið varð mannaður av Jan Arge Jacobsen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Kristian Blak og Karsten Vogel. Tá kvartettin eitt kvøldið spældi á somu konsert sum Kræklingar, bað Vogel gittarleikarin í Kræklingum Ólav Øster um at koma við í bólkin. Seinni kom eisini Ernst Sondum Dalgsgarð við í bólkin, og gjørdist hetta stambólkurin hjá Vogel í Føroyum. Undantikið Ernst, hevur tað eydnast at savna upprunamanningina í Føgrum fuglum. Men dugnaliga Andrea Heindriksdóttir fer á konsertini at røkja leiklutin hjá Ernst.
Á 40 ára konsertini manna hesi Fagrar Fuglar
Karsten Vogel, saksofon
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Ólavur Øster, gittar
Kristian Blak, klaver
Jóhannus á Rógvu Joensen, bass
Jan Arge Jacobsen, trummur
Blíðar heilsur
Tónleikasamtakið Grót.




