Eftir at hava verið uttanflokka í góðar fýra mánaðir, hevur Annika Olsen nú gjørt av at melda seg inn aftur í Fólkaflokkin.
Fólkaflokkurin hevur kallað inn til tíðindafund nú klokkan 11, tí flokkurin hevur “eina serliga fráboðan”. Sambært álítandi keldum er fráboðanin, at Annika Olsen verður aftur limur í flokkinum.
Annika Olsen var fyrstu ferð vald á ting fyri Fólkaflokkin í 2008, og størsta partin av tíðini síðani tá hevur hon verið landsstýriskvinna. Í farna valskeiði var hon eisini varaløgmaður.
Á valinum tann 2. september fekk Annika Olsen 961 persónligar atkvøður og á fólkatingsvalinum 18. juni fekk hon 1.754 persónligar atkvøður.




