Í gjárkvøldið var kjak í Miðlahúsinum um fólk í fátækraváða. Kjakið stendst í kjalarvørrinum av álitinum um fátækramarkið, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum hevur lagt fram. Men hon var ikki boðin við til kjakið.

Barbara Holm, sum hevur staðið fyri tiltakinum sigur, at ætlanin var, at hetta skuldi vera eitt formanskjak, og at tí var Annika Olsen ikki boðin við.
Hon sigur eisini, at tey høvdu trupult við at fáa fatur á umboðum frá annaðhvørt Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, og at svar frá Fólkaflokkinum kom so seint. Men sigur aftur, at ætlanin var ongantíð at bjóða Anniku Olsen við.
Fólkaflokkurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi til miðlarnar:
Fólkaflokkurin harmast um, at Miðlahúsið sýtti Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at luttaka í kjakinum um fólk í fátækraváða.
Í kjalarvørrinum av álitinum um fátækramarkið, sum landsstýriskvinnan fekk handað í mars 2014, hevur Annika Olsen sett fleiri átøk í verk, ið betra um umstøðurnar hjá eitt nú einligum mammum.
Tað er alneyðugt at varpa ljós á tey, ið liva í fátækraváða, men tað harmar Fólkaflokkin almikið, tá Miðlahúsið noktar Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at luttaka í so týdningarmiklum kjaki.