Janus Rein, reiðari á ANRU sigur, at Anru hevur landað 56.000 pund hjá Snarfrost fyrr í morgun.
35.000 pund av toski, 20.000 pund av hýsu og 1.000 pund av øðrum fiskasløgum.
Lastin á ANRU tekur annars um 45.000 pund, so fiskur var allastaðni umborð – sjálvt í koyggini hjá skiparanum.Teir hava roynt vestanfyri, og hava verið úti í fimm og eigtt hálvt døgn, so talan er um ein heilt góðan túr.
– í mun til fiskiskapin seinastu tíðina er talan um ein roktúr, serliga sæð í ljósinum av, at stórsti parturin av veiðini er toskur.







