icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ansni fangar hundarnar

Norðlýsið

Stjórin á Ansni, Helgi Justinussen, sigur, at eingin skal kenna seg tryggan við at lata hundarnar ganga leysar.

Ansni hevur seinastu mánaðirnar økt munandi um innsatsin við at fanga leysar hundar í Klaksvík. Stjórin á Ansni, Helgi Justinussen, sigur, at eingin skal kenna seg tryggan við at lata hundarnar ganga leysar.



Fyri at betra um skipanina við at fanga leysar hundar í Klaksvík gjørdi kommunan fyri eini tíð síðan av at geva Ansni hesa uppgávuna. Lagt var upp til, at Ansni skuldi fara út og fanga leysar hundar, tá teir fingu fráboðanir um hetta. Sjálvt um skipanin hevur virkað hampiliga væl, so hava klaksvíkingar mangan møtt leysum hundum millum húsini og á gongubreytunum í býnum.



Nýggj avtala

Í desember varð nýggj avtala fingin í lag, sum førir við sær, at Ansni av sínum egnu eintingum hyggur eftir leysgangandi hundum í býnum.



Helgi Justinussen, stjóri á Ansni, sigur, at teir hava gjørt eina avtalu við Klaksvíkar kommunu um at herða eftirlitið við leysgangandi hundum. Ítøkiliga hava teir avgjørt nakrar ferðir um vikuna at koyra runt í býnum fyri at halda eygað við harraleysu hundunum. Hann sigur víðari, at teir ikki hava nakra fasta skipan nær og hvar teir eru úti, men at teir nakrar ferðir um vikuna koyra runt í hesum ørindunum.



Tað kostar

Eftir bert nakrar fáar vikur við hesi nýggju skipanini hevur Ansni tikið fleiri hundar upp og koyrt teir í hundahúsið. Eftir at hundarnir eru fangaðir, so fær løgreglan boð um hundin og eigarin fær boð um at teirra hundur er fangaður. Fyri at eigarin skal fáa hundin aftur, skal hann gjalda eina bót fyri at hundurin gekk leysur umframt eitt sokallað leysgevingargjald.

Stjórin á Ansni sigur, at við hesi nýggju skipanini kunnu hundaeigarar ikki kenna seg tryggjar við at lata hundarnar ganga leysar. Og roknar hann eisini við, at nýggja átakið fer at minkað munandi um trupulleikarnir við leysgangandi hundum.



Í Klaksvík hevur Ansni tveir persónar í starvi. Arbeiði við at fanga leysgangandi hundar kemur afturat hinum virkseminum hjá felagnum, sum fyri tað mesta snýr seg um at ansa eftir stovnum og fyritøkum. Eisini hevur Ansni nakað av virksemi við at halda vakt við skipunum og bátum. Tá tey stóru skipini liggja inni hevur Ansni eisini vakt umborð á teimum.



Ansni hevur samanlagt millum12-14 fólk í starvi.