Tað er vaktarfelagsskapurin Ansni, sum umsitur hundafangaran í Klaksvíkar Kommunu og sambart Steingrím Simonsen, verða hundar javnan fangaðir
Í seinastu viku vendu vit okkum til politistøðina við fyrispurningi um hundaóskilið í Klaksvík.
Har var svarað at tað er rættuliga sjávdan at folk ringja á politistøðina at melda leysgangandi hundar.
– Tá vit fáa eina tílíka fráboðan senda vit hana víðari til Ansni sum umsitur hundafangaran í Klaksvík, varð upplýst av politistøðini.
Ansni fær nógvar fráboðanir.
Tá vit ringdu til vaktarfelagið Ansni við fyrispurningi um tað sama var sagt at tað var javnan at folk ringdu til hundafangaran og gramdu seg um leysgangandi hundar.
Steingrím Simonsen, vakthavandi hjá Ansni tá vit ringdu, upplýsti at teir javnan fingu fráboðanir um leysgangandi hundar í Klaksvík.
– Tað er vanligt at viðkomandi sum kemur við eini fráboðan, ikki sjálvur heldur hundinum aftur til vit koma á staði.
– Hundurin bíðar sjálvandi ikki eftir at vit koma og tí brúka vit ofta langa tíð at finna hundin.
1 hundur um dagin
Sambart seinstu tølunum frá Ansni fangaðu teir í tíðarskeiðinum frá frá fríggjadegnum 6. til hósdagin 12. ein hund um dagin tvs. 6 hundar (3 í vikuskiftinum og 3 í vikuni).
Spurgdur um hvussu hundaskipanin virkar heldur Steingrím at hon virkar rímuliga væl.
– Helvtin av fráboðanum koma frá privatfólki og hin helvtin frá politiinum, ið antin hevur sæð ella fingið fráboðan frá fólki.
Samb. Løgtingslóg nr. 82 frá 19 Juni 1990 um hundar, §3, stk.2 er býrráðið álagt at skipa fyri upptøku av hundum.
Tað er Ansni sum vegna Klaksvíkar býrráð stendur fyri upptøkuni av leysgangandi hundum og politiið stendur so fyri avrokningini við ánaran.




