Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aotoverjan verjir ikki meira

John William Joensen

Autoverjan á Viðareiðisvegnum søkkur undan vegbreytini – tí fór jeepur upp um verjuna.

Í seinastu viku fór ein jeepur út av Viðareiðisvegnum og tíbetur hendi eingin fólkaskaði.

Men tað var merkisvert at bilurin als ikki fór gjøgnum Autoverjuna, men ístaðin koyrdi upp um verjuna, sum virkaði sum ein rampa – bilurin fleyg einar 15 metrar.

Søkkur undan vegnum
Norðlýsið var ein biltúr sunnukvøldi og tað er sjón fyri søgn at autoverjan ikki longur er nøkur trygd, tí gjøgnum árini er vegbreytin vorðin hægri – í takt við at veðurin er asvalteraður.

Á norðasta partinum – um Sundsmunnan – kann staðfestast at autoverjan er ájøvn við sjálva vegbreytina.

Fallið er einar 100 metrar í havið – og autoverjan er sum ein  høgur kantsteinur. Einhvør vanligur bilur, fer upp um verjuna og í havið.

Ábøtur
Tað eru tó ávísir partar av vegnum har Landsverk hevur  hækka autoverjuna, men enn eru long strekkir, har verjan er so at siga eingin.

Serliga stendur illa til á brattastu støðunum á Viðareiðisvegnum – har lítil møguleiki er at nakar yvirlivir ein flúgvutúr uppá 100 metrar í havið.

Sí VIDEO myndir av vánaligu autoverjuni á Viðareiðisvegnum – við at trýsta her

Harleywoodpaint