Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Apotekið ikki longur einarætt at flyta inn náttúruheilivág

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin hevur sett í gildi kunngerð, sum tekur burtur einarættin hjá Apotekinum at flyta inn náttúruheilivág, vitamin- og mineralsløg og homøopatiskan heilivág.

Landsstýrismaðurin hevur sett í gildi kunngerð, sum tekur burtur einarættin hjá Apotekinum at flyta inn náttúruheilivág, vitamin- og mineralsløg og homøopatiskan heilivág.

Við broytingini verður økið frameftir regulerað sum í londunum kring Føroyar. Sambært Landsapotekaranum er samskiftið við Danmark á heilivágsøkinum sera tætt og leggur broytingini upp til at hava somu reglur galdandi á hesum økinum í londunum báðum.

Tó verður tað so, at føroyska Skrásetingarráðið kann taka serføroysk atlit á økinum, t.v.s. eisini at skráseta ella taka av skránni tilbúningar eftir tørvi.

Heilsumálaráðið