Hetta er so okkara seinasta blað í 2004. Vit fara her at nýta høvi at takka nógvu trúgvu lesarum og lýsarum okkara og ynskja alt gott í komandi ári.
Hóast útlitini fyri 2005 ikki vera málað so bjørt í skrivandi stund, so er onki at ivast í, at hetta fer at vera eitt ár, sum setir stór krøv til teirra, sum sita í fremstu røð á ymiskum ábyrgdarøkjum í lokalsamfelagnum.
Um alt gongur eftir ætlan verður tað komandi árið tað seinasta uttan fast samband til meginøkið og tí nærkast evstamark fyri fyrireikingum til fast samband um Lorvíksfjørð skjótt.
Í býráðshøpi standa stórar og álvarsamar uppgávur fyri framman, eitt handilssentur í miðbýnum, sum valla verður til nakað uttanso at býráðið eisini tekur hond um, vegagerðir, góðshavn eru bert fá av málunum, ið býráðið skal taka sær av í komandi ári.
Men eisini onnur ábyrgdarfólk hava nógv at hugsa um og her kunnu vit kanska nevna handilsfólkini í býnum, ið við Norðoyatunnlinum fáa atgongd til eitt nógv størri øki enn tey hava havt áður, men samstundis kann eisini roknast við størri kapping enn higartil frá fyritøkum hinumegin fjørðin.
Sum prógvað fyrr, so hevur framskygnið hjá okkara forfedrum verið stórt og hevur komið okkum væl við, tá menn her í samfelagnum tóku seg saman og stovnaðu Norðoya Sparikassa, ið má sigast at hava havt alstóran týdning fyri samfelagið og ikki minst hesin stovnurin hevur nógv at hugsa um í samband við fasta sambandið.
Higartil hevur Sparikassin verið ógvuliga lokalur, hóast hann smátt um smátt er farin um fjørðin. Roknast kann við at hesin peningastovnur fer longur inn á meginlandið, men hinvegin hevur hann gott fótafesti her í samfelagnum, so tað krevst av oddamonnunum í hesum stovni, at væl verður hugsað áðrenn farið verður langvegis við virkseminum.
Vit á Norðlýsinum fáa eisini harðari kapping tá Norðoyatunnilin verður veruleiki. Vit fara sjálvandi at taka kappingina upp og fara at royna at flætta tað vit trúgva uppá við nærsamfelagnum og at fólk altíð hava áhuga í tí sum hendir júst í kringumstøðunum við smátt um smátt at fara yvir um fjørðin.
Óivað fara lesarar okkara at merkja meira til hetta í komandi ári.
2005 verður uttan ivað fyrireikingarárið mikla, tá seinasta hond skal leggjast á tað, sum gerast skal frammanundan fasta sambandinum, hetta fer at krevja at ábyrgdarfólk leggja rygg til og vísa at styrki er í Klaksvíkini og Norðoyggjum.




