Lesari hjá Norðlýsinum ringdi um at hann helt at tað var ólógligt, sum gongur fyri seg við ídnaðarútgrevstrinum við Borðoyarvík. Er tað loyvt at koyra avgrevsturin oman í fjørðina og út á sjógv? Spurdi lesarin og legði afturat, at summar dagar hevur víkin verið móðreyð av tilfarinum, ið koyrt verður á sjógv.
Vit ringdu til Umhvørvisstovuna at spyrja okkum fyri. Súni Petersen, deildarleiðari sigur, at sambart lógini, so er als ikki loyvt at koyra avgrevstur á sjógv uttan við serstøkum loyvi. Lógin sigur, at mold, eyðrur og annað tilfar, ið kann nýtast til nakað, skal ikki koyrast á sjógv.
Sum myndirnar sýna, so er nógv av avgrevstrinum her skavað niður í fjørðina og er helst eisini farið út á sjógv.








