Á hvørjum árið verða umleið 20.000 tons av laksi tikin í alibrúkum í norðoyggjum. Bara á Borðoyavík ganga í løtuni 1,2 mió. laksar.
Á hvørjum árið verða umleið 20.000 tons av laksi tikin í alibrúkum í norðoyggjum. Bara á Borðoyavík ganga í løtuni 1,2 mió.
Norðlýsið hevur fleiri ferðir fingið myndir av skúmi og óhundsku sum næstan hvønn dag liggur langt út á Vánna frá Krivjing, sum Bakkafrost eigur.
Fólk hava sent okkum myndir og vit hava spurt okkum fyri hjá Umhvørvisstovuni og á umhvørvisdeildini hjá Kommununi.
Umhvørvisstovan hevur tikið málið upp men enn er einki broytt.
– Krivjing upplýsir fyri okkum at virkið var ikki bygt til tað framleiðslu sum er í dag og tí rennur út á sjógv tá tey skola arbeitt verður. Og av tí at arbeitt verður at byggja nýtt virki er arbeiði at fáa tingini í rættlag á Krivjing komið í drag.
– Men tað kann ikki góðtakast at nakað verður latið út á sjógv og í løtuni arbeiða vit við málinum varð sagt frá Umhvørvisstovuni.




