Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða við loysn fyri Klaksvíking

Jákup Ósá

(Kappróður) Í løtuni verður arbeitt við einari alternativari loysn fyri, hvussu Klaksvíkingur kann vera við í 2013, sigur Heini Hátún.

(Kappróður) Í løtuni verður arbeitt við einari alternativari loysn fyri, hvussu Klaksvíkingur kann vera við í 2013, sigur Heini Hátún.

Tíðliga í januar skrivaðu vit, at Klaksvíkingur bleiv við aftur í ár. Men síðani er nógv vatn runnið í ánni og fyri 2-3 vikum síðani sá ógvuliga svart út, um báturin yvirhøvur bleiv mannaður. Men nú eru glottar aftur at hóma og tað tykist aftur vera møguleiki fyri, at flaggskipið hjá KRF verður við í ár.

15 mans í bruttohópinum

Í løtuni er tað ein stórur hópur av røðarum, ið venur á maskinunum. Ein av hesum er royndi Heini Hátún og hann greiður soleiðis frá støðuni hjá Klaksvíkingi í løtuni.

– Í løtuni venja vit hvør sær og tað eru eini 15 mans við royndum umborð á Klaksvíkingi áður, ið venja eftir sama programmi. Vit hava verið í bátinum einaferð og fara aftur sunnudagin, so tá fæst kanska meira at vita, hvussu verður framyvir. Men sum tað sær út nú, so verður neyðugt við einari rotering gjøgnum árið, har útskifting verður gjøgnum árið. Tí summir hava ikki umstøður til at vera við allar 7 stevnurnar. Vit hava fyribils avtala at venja fram til 1. mai, tá so ein endalig loysn nokk má fyriliggja. Men hetta krevur, at menn vísa vilja og skilja støðuna, at tað ikki ber til í hesum føri at hava somu 11 mans frá januar til Ólavsøku. Og skal eg svara fyri meg, so er hugurin sera góður til at taka eitt kappingarár. Tí vit hava roynt slíkar loysnir áður og tá hevur tað riggað væl, sigur Heini Hátún.

So staðfestast kann, at tað enn ikki er heilt vist, at Klaksvíkingur verður mannaður. Men Heini metir, at tað er størri møguleiki fyri at ein loysn finst enn at báturin ikki verður mannaður.