Fyri trivnaðin í Suðuroynni er tað umráðandi, at skaptir verða karmar fyri øktum vinnuligum virksemi, sum kann skapa arbeiði til so nógvar vinnuførar hendur sum til ber.
YVIRLÝSINGí sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri
Vit skulu við hesum lýsa okkara fulla stuðultil tey, sum hava tikið stig til at skapa økt virksemi á Tvøroyri.
Fyri trivnaðin í Suðuroynni er tað umráðandi,at skaptir verða karmar fyri øktum vinnuligum virksemi, sum kann skapa arbeiðitil so nógvar vinnuførar hendur sum til ber.
Vit viðurkenna tey atlit, sum eiga at verðatikin til fornminni okkara, men taðeigur at bera til at samskipa verndina av hesum fornminnum og tær verkætlanir,sum eru alneyðugar fyri aftur at skapa framburð í Suðuroynni, og nú frættist,at friðingarmyndugleikarnir ætla at friða stóran part av havnalagnum, so haldavit at hetta er eitt inntriv, sum fer at seta heilt óneyðugar forðingar fyrimenningini av Suðuroynni.
Vit vilja heita á myndugleikar okkara atmedvirka til, at ein loysn verður funnin á tí støðu, sum nú er íkomin, tí taðvil vera ein vanlukka fyri oynna og tey fólk, sum her búgva, um grundarlagiðverður tikið undan tí virksemi, sum í fjør byrjaði á Tvøroyri.
7. mars2013
Føroya Arbeiðarafelag Arbeiðsmannafelagið FylkingFiskepigernesFagforening




