Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Arbeiðið við gula húsinum byrjar í 2022  

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Eftir ætlan verður lóg løgd fram fyrst í komandi ári, so gulu húsini (Læknahúsini) kunnu dagførast. Tað svarar landsstýrismaðurin í svari til mín fyrispurning.

Tað er gott, at arbeiðið endiliga fer í gongd, tí bíðitíðin hevur verið long. Eg vænti, at samgongan setur hetta á skrá sum skjótast. Eisini hevur starvsfólkabygningurin tørv á ábøtum, men sambært landsstýrismanninum er arbeiðið ikki komið so langt enn.

Fyrr í ár segði landsstýrismaðurin, at ætlanin var at leggja lóg fyri Løgtingið í heyst 2021, men hetta blev tíverri ikki gjørt. Vóni tí, at hald eru í orðunum hjá landsstýrismanninum í hesum umfarinum. 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Harleywoodpaint