Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðsfólkini á Kósavirkinum verða nú søgd úr starvið

John William Joensen

Kl. 10 í morgun vóru tey 150 arbeiðsfólkini á Kósavirkinum boðin til fundar har tey fingu at vita, at tey fóru at verða uppsøgd – Helvtin av hesum eru fólk í aldrinum 20-30 ár

Hóast borðreitt var við rísingreyti, karamellum o.ø. góðum í morgun so var stemningurin millum starvsfólkini á Kósini einki serligur. 

– Eg skal boða frá at í samráð við arbeiðararfeløgini hava vit gjørt av at siga tykkum úr starvi, tvs. at eftir uppsagnarfreistini merkir tað at tit eru uppsøgd frá 19. Januar 2009. 

– Støðan er tann at Maru Seafood hevur biðið um eitt sokallað “timeout” har vit fara í gjaldsteðg. Hetta gevur okkum stundir til at umrøða støðuna og at gera eina roynd av fáa neyðugar avtalur uppá pláss so Kósavirkið aftur kann taka ímóti fiski. 

– Sum tit vita hava vit mist stórur trolararnar og tí hava vit nú brúk fyri at kanna um grundarlag er fyri at halda fram, segði Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood í kunning síni til starvsfólkini. 

Síðani var høvið hjá starvsfólkum at seta spurningar til leiðsluna og arbeiðarafeløgini og hóast eingi spurningar vóru settir vóru tað mong sum nýttu høvið at tosað við stjóran, ið gekk borð av borði og heilsaði eina seinastu ferð uppá mongu starvsfólkini. Nógv var práta og spurt og tað kendist at hóast hetta var vantandi so var tað ein tungur biti at svølgja.

Fólk í øllum aldri
Tá kósavirkið hevur verið umrøtt í fjølmiðlunum hevur ofta verið sagt at talan er fyri tað mesta um eldri fólk sum starvast á virkinum, men sum myndirnar vísa er tað fólk í øllum aldursbólkum, sum hava havt sína dagligu gongd á virkinum. 

Tað er rætt at nógv liggja um 50 ára aldur men ein stórur partur vóru yngri fólk heilt niður í skúlaaldur. 

Umleið helvtin av uppsøgdu fólkunum eru millum 20-30 ár og síðani er ein stórur partur millum 30 og 55 ár. Ein minni partur er eldri og heilt upp í pensjónsaldur.

Sostatt fingu 150 fólk boð í morgun um at tey verða søgd úr starvið frá 19. Januar at roknað. 

Meira um uppsagnirnar á Kósini seinri