Eg havi hug at vísa á, at sjálvdan hevur ein samgonga verið so arbeiðisfør, sum júst CHE samgongan, sigur Bill Justinussen, løgtingslimur.
Nú gongur tosið, serliga millum andstøðufólk um, at samgongan ikki er arbeiðsfør. Slíkt prát er vanligur partur av politiska leikinum, men eg havi hug at vísa á, at sjáldan hevur ein samgonga verið so arbeiðsfør, sum júst CHE-samgongan. Tvey av heilt stóru politisku óloysiligu málunum seinastu nógvu árini eru longu nú loyst, hóast samgongan bert hevur sitið góðar 3 mánaðir.
Málið um studentaskúlan og skúladepilin í Marknagili hevur verið klandursmál í mong ár. Men hetta málið er nú samtykt av einum stórum meiriluta av Løgtinginum. Og málið um útlendska arbeiðsmegi hevur staðið í botni í alt ov langa tíð til stóran skaða fyri samfelagsbúskapin, men eisini hetta málið er loyst eftir ongari tíð við CHE-samgonguni. So kunnu fólk meta um arbeiðsførið.
At krevja, at samgongan eftir bara trimum mánaðum skal taka endaliga støðu til tvær av størstu íløguætlanunum í Føroya søgu, sigur nakað um, hvussu stórar vónir, fólkið hevur til hesa samgongu. Júst hesar vónir geva samgonguni neyðugu styrkina til at loysa óloysiligar uppgávur.
Samgongan hevur sett sær høg mál. Fiskivinnustrukturin skal broytast. FAS-skipanin skal gerast kappingarfør. Fíggjarpolitikkurin skal aftur gerast familjuvinarligur, so øll í samfelagnum fáa lut í ágóðunum. Vinnupolitikkurin skal nútímansgerast, so føroyskt vinnulív fær betri ræsur at luttaka í altjóða kappingini og nýggjar vinnur fáa góða byrjan. Hetta umframt mangt annað eru alt høg mál, sum krevja politiskt áræði og hugflog. Jú hægri málini eru, størri verður avbjóðingin og meiri krevja vit av okkum sjálvum. Tað er sum í ítrótti. Størri mótstøðan er, truplari er at vinna og størri er møguleikin fyri avsmurningi. Men eydnast at vinna, verður sigurin so mikið søtari.
Samgongan ætlar at vinna.
Bill Justinussen




