Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðstøk hava gjørt fríøki á Eirargarði

ALS

Góðar royndir frá tveimum undanfarnum verkætlanum fekk ALS undir eina triðju verkætlan av sínum slagi fyri arbeiðstøk. Tilboðið til tey arbeiðstøku er eitt handverkaraskeið, sum fevnir um undirvísing og upplæring á timburdeildini á Tekniska Skúla í Havn

Góðar royndir frá tveimum undanfarnum verkætlanum fekk ALS undir eina triðju verkætlan av sínum slagi fyri arbeiðstøk. Tilboðið til tey arbeiðstøku er eitt handverkaraskeið, sum fevnir um undirvísing og upplæring á timburdeildini á Tekniska Skúla í Havn


Í dag lat eitt nýtt fríøki upp fyri búfólk á Eirargarði í Havn. Talan er um eina verkætlan, sum ALS hevur sett saman, og sum er gjørd í samstarvi við Eirargarð, Tekniska Skúla, Almannamálaráðið, Landsverk og J&K Petersen.

Verkætlanin er tann triðja í røðini, har ALS bjóðar arbeiðsleysum borgarum at taka eitt tríggjar mánaðar langt timburskeið á Tekniska Skúla í Havn, har tey bæði læra at tekna, arbeiða við timbri og gera eina størri verkætlan.

Verkætlanin á fyrsta skeiðnum var at gera eitt bygdarsavn í Kvíkvík. Onnur verkætlanin var at innrætta part av niðurløgdu smoltstøðini á Selatrað, sum Skótadeplinum fekk frá Bakkafrost fyri nøkrum árum síðani.

Hesaferð er talan um at gera eitt fríøki til íbúgvar á Eirargarði í Havn.

– Treytirnar til hesar verkætlanirnar eru, at tær skulu vera samfelagsgagnligar, men at tær mugu ikki vera kappingaravlagandi fyri vinnuna, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS.

Stjórin sigur seg fegnast um tað góða samstarvið, sum hevur verið millum partarnar í verkætlanini.

Tekniski Skúli hevur lagt hølir til og staðið fyri undirvísingini, Almannamálaráðið hevur latið fíggjarligan stuðul til tilfar, Landsverk hevur planerað fríøkið, og privata fyritøkan J&K Petersen hevur verið sera lagalig í mun til betongið, sum er lagt á lendið.

Fríøkið á Eirargarði verður tikið í nýtslu í dag klokkan 15.30, har umboð fyri ALS og samstarvsfelagarnar fara at greiða frá verkætlanini.

Harleywoodpaint