Nú vikan er hálvrunnin verður arbeitt av øllum alvi við at fáa tær seinastu rukkurnar í lakkinum uppá pláss.
Eftir eini skemtiligari ferð kring landið sita umboð fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag við boygdum ryggum og skriva, yrkja og smíða… og hóast trýstið er stórt, er rómurin góður, nú tað frættist atgongumerkini selja væl.
Í Badmintonhøllini er ljósmaðurin úr Akureyri Árni Baldvinsson í full sving, ja, Havnin er myrkaløgd tí øll ljósútgerð í landinum er í løtuni í Klaksvík. Summarfestivalurin hevur sent the ljóðmann Erik Biskupstøð á staðið, og longu nú, 3 dagar fyri frumframførslu eru høllin full av káplum, desibellum og góðum harmonium.
Video hevur ein stóran týdning millum rukkurnar, og tí tekur stjórin í Zoomfilm, Ólavur Wolles sær av. Formaðurin í sjónleikarafelagnum, Rudolf Joensen, er farin í sjálvsving og situr fyri tað mesta og venur, ella geilar hann onnur upp.
Okkurt einstakt atgongumerki skal vera eftir á Kunningarstovuni. Tað frættist tó frá Kunningarstovuni, (also frá atgongumerkjunum) at tað er rættuliga strævið og krevjandi at ganga sum heit breyð.




