Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Arbeitt verður við vatnveitingini á Stongunum

klaksvik.fo

– Vit kenna til trupulleikan og gera eisini alt fyri at loysa hann sum skjótast, sigur formaðurin í Havna- og vinnunevndini um trupulleikarnar við vatnveitingini á Stongunum.

Vatnleiðingin norðuri á Stongunum hevur verið darvað í eina tíð orsakað av leka á vatnleidninginum, sum sostatt skal skiftast út. Arbeitt hevur verið við eini neyðloysn fyri at virksemið kann halda ótarnað áfram á Stongunum. Vatndeildin hjá kommununi í gongd við at leggja nýggjan vatnleidning frá brandstøðini til skúrarnar á Stongunum, og meira langskygt verður arbeitt við at skifta út rørini, sum leka.

Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini sigur, at arbeitt verður av fullum alvi fyri at loysa trupulleikan sum skjótast.

– Í longri tíð hevur verið arbeitt við at skifta út vatnleidingar ymsa staðni í býnum, tí fleiri teirra eru gamlir og hava lekar. Talan er um stórt og miðvíst arbeiði, sum er lagt til rættis, og peningur er eisini settur av til endamálið. Men í januar høvdu vit óvanliga nógvan frost, sum í hesum førinum hevur framskundað tørvin á nýggjum vatnleidningum, og tað er sjálvandi ein støða, sum vit harmast um at vera komin í, sigur formaðurin.

Sum nevnt er fyribils vatnleiðing løgd til gogguknúsaran norðuri á Stongunum, og harafturat verður arbeitt meira langskygt við at skifta út fleiri vatnleidningar í býnum, sum treingja til dagføring.