Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Arctic Young Chef-kapping á Sjómannadegnum

Jóhann Lützen

Andras S. Jacobsen er kokkur og starvast á Matvørudeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum nýliga fór undir at bjóða eina fullfíggjaða kokkaútbúgving í Føroyum. Matvørudeildin er eisini júst vorðin partur av verkætlanini/kappingini Arctic Young Chef, og Andras greiðir soleiðis frá um, hví tey eru farin inn í hana.

 

 

– “Tey seinastu árini hava vit dagført kunngerðina og námsætlanina fyri útbúgvingina, og nú er stundin komin til, at vit koma meira út, og til tað er hetta eitt upplagt høvi”, sigur Andras, og heldur fram: – “Tað verður gjørt fyri at vekja áhuga fyri matstovuvinnuni og -útbúgvingini. Fyrst kundi ein bara taka grundskeiðið innan kokkayrkið her í Klaksvík, meðan nú ber til at taka alla útbúgvingina, sum fevnir um fýra skeið, her.”, sigur Andras.

– “Nú er ikki longur neyðugt at fara til Danmarkar á kokka skúla, og tað er sjálvandi gott fyri tey, sum ikki hava tann møguleikan. Harumframt kunnu tey her læra tann serføroyska matin at kenna”, sigur hann.

Útbúgvingin er bæði handalig og bóklig, og serliga í grundútbúgvingini verður undirvíst í ástøði ella teori. Eitt nú er vørukunnleiki og útrokningar av, hvat tað kostar at gera ein rætt. Av almennum lærugreinum hava næmingarnir bara føroyskt og náttúrufak; hinar lærugreinirnar eru yrkisrættaðar. Ein næmingur, sum hevur lokið matvøruútbúgvingina, er á hædd við næmingar í Danmark. Tey læra alt tað sama og so tað føroyska umframt. 

– “Onki ringt skal sigast um donsku útbúgvingina”, sigur Andras. – “Eg var sjálvur har og lærdi ótrúliga nógv. Men nú eru vit í Føroyum, og tað er upp á sítt pláss at undirvísa í føroysku matmentanini eisini. Vit hava framvegis samstarv við donsku skúlarnar, og møguliga fara vit at kunna útveksla næmingar einaferð í framtíðini, har næmingarnir taka ein part her og ein part niðri”, leggur Andras S. Jacobsen afturat.

Tann fyrsti kokkurin, sum er byrjaður upp á tilgongdina, verður klaktur longu í 2025. Hesir næmingarnir kunnu byrja eina matstovu sjálvir, um teir vilja tað, tí teirra útbúgving er fult á hædd við ta donsku.

Um Arctic Young Chef sigur Andras, at: – “Kappingin er eitt spennandi samstarv millum okkum og NORA, sum hevur tikið stig til hana. Tey kontaktaðu okkum og spurdu, um vit vildu vera við, og tað søgdu vit ja takk til beinanvegin. NORA kom eisini við uppskotinum um, at kappingin skuldi liggja á Sjómannadøgunum, sum verða hildnir í Klaksvík í august. Vit skulu millum annað velja onkra rávøru, sum er føroysk, stuttflutt og ikki nógv brúkt. Tað verður ein avbjóðing, men ein avbjóðing av slagnum, vit síggja fram til”.

Andras S. Jacobsen, lærari á Matvøruútbúgvingini, endar við at siga, at hann væntar, at fyrr ella seinni kemur ein fiskamatstova í Klaksvík, partvíst sum úrslit av kokkaútbúgvingini. Tað síggja bæði vit og hann fram til.  

Fylg við á kappingini á Instagram her.