Argentina hevur sett nýggjan og kendan landsliðsvenjara.
Argentina hevur sett nýggjan og kendanlandsliðsvenjara.
Argentinska fótbóltslandsliðið komí HM finaluna í summar, men longu áðrenn finaluna hevðiAlejandro Sabella boðað frá, at hann steðgaði sum venjari eftirHM kappingina.
Og nú hevur Argentina so sett nýggjanlandsliðsvenjara. Talan er um venjaran, sum seinasta kappingarárvandi Barcelona. Gerardo Martino skal komandi árini vera venjari hjáLionel Messi og hinum stjørnunum hjá Argentina. Hann hevur áðurverið landsliðsvenjari, tí frá 2006 til 2011 var hannlandsliðsvenjari hjá Paraguay, har hann fekk góð úrslit. Í 2010kom Paraguay í 1/4 finaluna í HM endaspælinum og í 2011 komParaguay í finaluna í Copa America, har liðið tapti mótiUruguay.




