ÍF leikarin við flest uppleggum í 2014 væntar, at ein avgerð um hansara framtíð fyriliggur innan stutta tíð.
Ein av ÍF profilunum seinastu árini hevur veri Ari Ó. Ellingsgaard. Fyri tað mesta hevur hann spælt sum vongur og eisini hevur hann spælt væl á U21 landsliðnum. Í 2013 legði hann upp til 8 mál og skoraði 3 mál. Í ár legði hann upp til 8 mál, sum var tað mesta av øllum ÍF leikarunum, og skoraði 4 mál. Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði in.fo, at Ari mest sannlíkt fór at skriva undir ein 3 ára sáttmála við ÍF fyri síðani at blíva leigaður út til HB í 1 ár. Men enn hava vit einki hoyrt um nakran sáttmála hjá Ara. Høvuðspersónurin sigur, at samráðingarnar við eitt felag eru næstan komnar á mál.
– Handan søgan um meg var eitt sindur uppfunnin. Eg kenni so ikki til, at eg havi skula skrivað undir ein 3 ára sáttmála fyri síðani at blíva leigaður út. Støðan er tann, at eg eri í samráðingum vit eitt felag, sum eg havi gjørt eina munnliga avtalu við. Væntandi er alt komið uppá pláss innan heilt stutta tíð, sigur Ari Ó. Ellingsgaard, sum ikki vil siga, hvat felag talan er um.
Sostatt vil tíðin vísa, um Ari spælir við ÍF, HB ella kanska onkrum heilt øðrum liði komandi ár.




