Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aria venja til stóra brakið

Norðlýsið

lagið var gott á monnum fríggjakvøldið, tá ið Aria høvdu seinastu venjing, nú teir skulu spæla til fyrsta almenna tiltak í 13 ár, og talan er um onki minni enn Gull og heimsmet hjá KÍ kvinnum

Jógvan Hansen kom við flogfari fríggjadagin úr Íslandi, og so vóru Aria umsíðir fulmannaðir og fingu seinastu tingini upp á pláss á Dávavirkinum. Hinir menninir í Aria hava annars vant í nakrar vikur, og Jógvan, sum livir av at syngja í Íslandi, er í góðum formi, so eitt kvøld var nokk til at sjóða bólkin samanaftur.

Teir eru spentir til at sleppa at framføra til alment tiltak í Klaksvík aftur eftir langan steðg. Býurin stendur eisini upp eftir enda, tá ið KÍ kvinnurnar gera tað heilt serliga bragdið at fáa eitt heimsmet innan fótbólt til Klaksvíkar og til Føroya.

Kommunan er í veitsluhýri og bjóðar øllum til ókeypis konsert og dans, umframt veitslu fyri innbodnum í Skálanum. So helst verður lagið gott og nógv fólk í býnum. Aria eru klárir at undirhalda fólki til langt út á náttina. 

Dyrnar lata upp í KÍ høllini klokkan 22, men Aria byrja at spæla, tá ið veitslan í Skálanum er liðug. Umframt Aria, so koma gestasangarar at syngja KÍ løg og onkur eyka hitt, sum teir eru kendir fyri at syngja. Gestasangararnir, sum fara at syngja saman við Aria, eru Karl Martin Samuelsen, sum framførir Blátt er gott og onkur kend Hjarnar løg, síðani Hans Jacob Nystrøm, sum framførir Tá vit hittast við vøllin og nøkur kend Dynamit løg. triði gestasangarin er Dánjal Kjærbo, sum syngur KÍ løgini Samanhald og Altíð best umframt eitt lag hjá Quarter To Three . Og sjálvandi fer eisini dúgliga at verða sungið Liðið tað eitur KÍ.

Harleywoodpaint