Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árið er byrjað væl hjá føroyingunum í AVK

Danial Viðoy

Flogbóltur: Eina Kalsø, Sofía Purkhús og Birgit Guttesen hava fingið eina sera góða byrjan upp á flogbóltsárið 2015. Tveir dystir við ruddiligum 3-0 sigrum.

Flogbóltur: Eina Kalsø, Sofía Purkhús og Birgit Guttesen hava fingið eina sera góða byrjan upp á flogbóltsárið 2015. Tveir dystir við ruddiligum 3-0 sigrum.

Higartil í 2015 hava tær ikki tapt ein einasta dyst og ikki eingongd eitt sett.

Tann fyrri dysturin í ár, kann ikki sigast annað enn, at vera sera sannførandi. Settúrslitini ímóti KV61 gjørdust 25-11, 25-10 og 25-10. Eftir úrslitinum at døma, má sannast at talan var um klassamun.

Seinni dysturin, sum varð spældur í gjár, endaði sum sagt eisini 3-0. Hesin sigurin var ikki eins sannførandi, men tó eingin ivi um, hvat var tað betra liðið. Settúrslitini ímóti TC Øst gjørdust 25-15, 25-13 og 25-20.

Teir seinastu tveir mánaðirnar hevur stórur dentur verið lagdur á blokadu og verjuspælið í venjingunum. Hetta hevur víst seg, at geva úrslit, veit heimasíðan hjá AVK at siga.

AVK liggur á fyrsta plássið við 32 stigum. Tær hava vunnið allar dystirnar higartil í ár; allar hava tær vunnið 3-0, uttan tann eina, sum tær vunnu 3-2 í móti liðnum á triðjaplássi.

Næsti dysturin á skránni hjá AVK er hóskvøldið, tá ið tær skulu spæla ímóti Grøndal.

Stigatalvan sæst niðanfyri: