Higartil í ár hevur árið roynst betur enn sama tíðarskeið í fjørð, men hjá okkum er seinasta vikan undan jólum besta fiskitíð so alt avhongur av veðrinum, og higartil hevur heysti roynst illa, sigur skiparin á snellubátinum Karlamagnus.

Summari var sera gott hjá okkum men vanliga plaga vit at gera kubbi beint undan jólum og beint eftir nýggjár. Hann sigur gott veður í nátt og í morgin, men í annaðkvøld verður ódnarveður so vit fara av stað í kvøld og vónandi fer tað at eydnast væl, sigur Magnus Johannesen.
Myndirnar eru frá 2007 tá Karlamagnus lá norðuri í oljuhavnini og reinsaði eftir ein sera góðan túr.