EB/Streymur hevur í dag styrkt um sín hóp. Talan er um gamlan kenning í felagnum. Arnbjørn Hansen er aftur í sundalagnum, har hann fyrr hevur skorað eina rúgvu av málum.
Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar:
Tað er við stórari gleði, at EB/Streymur í dag kann kunngera, at okkara Arnbjørn Hansen er komin heim aftur, og at hann aftur komandi kappingarár fer at lata seg í blá/svørtu troyggju nr. 22.
Eftir at hava spælt fyrstu barnaárini við HB kom Arnbjørn sum smádrongur til EB/Streym, her hann hevur verið ein av berandi kreftunum øll árini, EB/Steymur hevur myndað ovaru helvt av bestu fótbóltsdeildini.
Síðani hann fyrstu ferð spældi á besta liði okkara í 2004 hevur hann spælt 263 dystir fyri EB/Streym í landskappingini, steypakappingini og í europeiskum dystum og hevur í hesum dystunum skorað 162 mál.




