Álopsleikarunum hevur fingið nærri boð um skaðan hjá sær.
Álopsleikarunum við bestu hagtølunum í 2015 hevur fingið vánalig boð frá læknanum.
Tað var á ólavsøku, at Arnbjørn T. Hansen mátti av vøllinum við skaða í knænum, tá HB leikti móti FC Suðuroy. Nú hevur Arnbjørn kannað nærri, hvat er hent og boðini frá læknanum eru ikki góð.
– Eg havi ikki fingið heilt endalig boð, men sum tað sær út, so er krossbandið slitið og tað eru fyribils boðini. Tað merkir, at eg má undir skurð og frá tí, at eg eri lagdur undir skurð, so ganga minst 9 mánaðir til eg aftur kann venja, sigur Arnbjørn T. Hansen, sum ongan sáttmála hevur fyri komandi ár.
Hann sigur, at hann ætlar at stríðast fyri at koma aftur á vøllin til seinnu hálvu komandi ár og hevur ongar ætlanir um, at hesin stóri skaðin skal gera enda á hansara fótbóltsleið. Arnbjørn spældi ikki nógv í ár, men tá hann spældi, so gekk væl. Les um tað HER.




