Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árnfirðingar spíla seg út:

Norðlýsið

Sera væl útgjørt kappróðrarneyst

Spildurnýggja neystið hjá Árnafjarðar Róðrarfelag er útgjørt við nógvari venjingar-útgerð, sum eisini kann leigast av øðrum enn kappróðrarfólkið, og so eru hølini eisini útgjørd við nýggjum klaveri, ljóðútgerð og køki við øllum bestikkið upp til 150 fólk, sum ger tey væl egnaði at leiga út til eitt nú brúdleyp upp til 150 fólk, skeið o.a.

Tað er farið at bragda aftur í Árnafirði, og júst í løtuni eru tað kappróðurin ið setur dagsskránna.
Árnafjarðar Róðrarfelag er fyri stuttum endurstovnað, og sigast má, at felagið hevur verið sera virkið.
Eftir høvuðsumvæling av gamla 8-mannafarinum í 2005 fór felagið undir at byggja eitt neyst við bátahylin í Árnafirði um mánaðarskifti juni/juli 2006.
Stóra og snotuliga neystið, sum sigst vera tað fyrsta neystið í Norðuroyggjum, ið beinleiðis er bygt sum kappróðrarneyst, stóð liðugt longu í desember 2006, so tað skuldi ikki undrað, um hetta er met í Føroyum at klára at byggja eitt nýtt og nýmótans neyst eftir so stuttari tíð.
Neystið er væl útgjørt við øllum hentleikum. Nógv venjingarútgerð er í hølunum, har til ber at leiga seg inn at venja, bæði hjá kappróðrarfólki og øðrum.
Árnafjarðar Róðrarfelag upplýsir, at hølini eisini eru sera væl egnaði at leiga út til eitt nú brúdleyp upp til 150 fólk, skeið o.a.
Í neystinum er eisini nýtt klaver, ljóðútgerð, og køkurin er útgjørdur við øllum bestikkið upp til 150 fólk.
Atli S. Justinussen, formaður í ÁRF, leggur dent á, at tða er nógvum góðum fólki, stuðlum eins væl og kommununi fyri at takka, at tað hevur borið til hjá ÁRF at fingið eitt nýtt neyst upp eftir so skjótari tíð.
– Árnafjarðar Róðrarfelag ynskir at takka øllum pørtum í hesi bygging fyri, at teir hava tikið lógvatak saman við felagnum – tí uttan tað hevði tað ikki eydnast, sigur formaðurin í ÁRF.