Árnfirðingur vann 8-mannafarsróðurin í Vestmanna í dag.
Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at Árnfirðingur vinnur ein róður. Árnfirðingur vann nógv í 1960’unum. Atli S. Justinussen er formaður í ÁRF.
– Hetta vísir, at minsta róðrarfelag enn kann vísa tenn. Manningin er ikki frá Árnafirði, men lat meg sláa fast, at Árnfirðingur rør fyri ÁRF (Árnafjarðar Róðrarfelag). So í dag eri eg ein sera glaður árnfirðingur og stórt til lukku til okkara manning, sigur Atli S. Justinussen.



