sigur KÍ veteranurin, Arnold Joensen, eftir stórtapið móti Skála gjárakvøldið
KÍ tapti 4-0 móti Skála í framskundaðum dysti á Skála mikukvøldið.
(málskorðarar: Bogi Gregersen 3 og Arnhold Berg 1)
Úrslitið sigur nokk
– Vit stóðu okkum væl í fyrra hálvleiki og høvdu eisini onkran møguleika, sum tó ikki gav nakað.
– Tá vit fóru til hálvleik var støðan 1-0 til Skála og tí var greitt at vit noyddust longur fram á vøllin fyri at javnað, men hetta miseydnaðist.
– Av tí at vit royndu at koma longur frá fyri at javnað, fingu teir betir pláss at spæla og vit megnaðu als ikki at fylgja skjótu skálamonnunum í kontra álopunum.
– Miðskeiðis í seinra hálvleiki økja teir so til 2-0 og tá rapar korthúsið.
– Hetta var eisini ringasta tíðspunkti at møta Skála. Teir eru sera væl koyrandi í løtuni, og hinvegin mugu vit í løtuni vera leikarar fyri uttan. Eisini haldi eg at tapið móti GÍ sat í huganum hjá leikarunum og tí høvdu menn ilt við at trúgva upp á at teir megnaðu at venda gongdini.
Framtíðin
– Nú hava vit so 10 dagar at fyrireikað okkum til VB dystin og eftir venjingina í kvøld fara vit at tosað saman.
– Vit eru komnir í eina støðu har vit ikki longur kunnu hyggja fram móti oddinum, men nú mugu vit syrgja fyri at fóta okkum og tað er ikki so hugaligt.
– Men tað er eingin fantastisk loysn, sum kann loysa okkum úr hesum. Hetta mugu vit sjálvir gera, sigur Arnold Joensen at enda.




